10. FLOKKUR
10. flokkur

Hey tit


Mentamálaráðið hevur kunnað Skúlin við Streymin um, at skúlagondin við undirvísing steðgar fyribils frá mánadegnum 16.03 og til við sunnudagin 29.03. Hetta er fyri at avmarka smittuvandan av Korona virusið.

Sí skriv frá UMMR:

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.

Í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing.

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir verða tí opnir fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna.

Harafturat fara skúlaleiðslurnar at seta fyriskipanir í verk, so undirvísingin við tøkniligum hentleikum kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Hetta er serliga galdandi fyri hádeildina og tey, sum skulu til próvtøku.

G.G Um so er at tit ikki kunnu skipa fyri ansing av tykkara børnum, sum arbeiða innan ásettu karmar, sum landsstýrismaðurin lýsir, heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgving og ávísar vinnur, mugu tit venda tykkum til okkara gjøgnum fráboðanarskipanina á heimasíðu skúlans, í seinasta lagi í morgin fríggjadagin kl.18.00. Hetta so skúlin kann skipa dagarnar best møguligtfyri tykkara næmingar.

Í morgin fríggjadagin, er vanlig skúlagongd og vera tit biðin um, at biðja tykkara børn um at koma í skúla og taka e.v.t bøkur, sum liggja í skúlanum við heim. Lærarar skúlans koma at leggja skúlating út á vikuætlanirnar fyri tær báðar vikurnar næmingarnir eru heima og skulu næmingarnir fylgja henni.

Sonni Djurhuus, skúlastjóri